Leverantör: Silver Cross

Cove kombivognur, Champagne

13 586,80 kr8 437,60 krPå rea
Antal

Beskrivning

Cove kombivognurin er ein góður og vakur vognur, gjørdur til at geva bæði barninum og foreldrunum ein behagiligan og lættan gerandisdag. Hann er ætlaður frá nýføðingi upp til umleið 4 ára aldur (22 kg) og hevur gott pláss, sterkan bygnað og er mjúkur at trilla.

Hæddin á vognkassanum/setri kann stillast í til 3 ymiskar hæddir, so tú kanst hava barnið nær og í eygnahædd, og setrið kann vendast soleiðis at barnið hyggur antin fram- ella aftureftir.

Kallesjan er stór og hevur UPF50+ sólverju. Kallesjan kann eisini stilllast í hæddini, so setrið kann tillagast hæddina á barninum.

Fjaðringin og hjólini gera vognin støðugan og lættan at stýra, eisini á ósløttum undirlagi. Vørukurvin er stór og kann bera heili 10 kg.

Hann er lættur at leggja saman - eisini við bert einari hond, og alt klæði kann takast av og vaskast. Stellið kann, saman við millumlið sum fylgir við vogninum, brúkast saman við Glide bilstólinum.

Fakta:

  • Vekt: 12,2 kg

  • Mát: 82,5 × 59 × 97-109 cm

  • Mát (samanlagdur): 71 × 61 × 30,5 cm

  • Liggimát: 76 cm í vognkassanum og 95 cm í setrinum.

Hetta fylgir við: Stell við vognkassa og setur, góð madrassa, regnslag, soviposi, puslitaska, kopphaldari og millumlið til bilstól.

Få nyheter från oss

Bli först med att få veta om nyheter och särskilda erbjudanden.